Lýggjari veður næstu dagarnar

Veðurstovan roknar við, at hitin kemur upp í 12 stig hesa vikuna

Eyðun Klakstein
30. september 2024 kl. 13:08

Føroyska Veðurstovan roknar við, at veðrið verður lýggjari næstu dagarnar, enn tað var í farnu viku, tá ið hitin onkrar løtur nærkaðist frostmarkinum.

Hesa vikuna verður hitin oftast millum 5 og 10 stig, men hósdagin verður roknað við 12 hitastigum.

Forsøgnin hjá Veðurstovuni ljóðar soleiðis:

Týsdagur

Lítið lot av ymsum ættum, seinni av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 10 stig.

Mikudagur

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, í støðum upp í frískan vind, 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.

Hósdagur

Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina gongur hann í landsynning, sum frá líður samdrigið og regn. Hitin 8 til 12 stig. 

Fríggjadagur

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið hækkar hann upp í landnyrðing og veksur vindin upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s og um náttina upp í hvassan vind, 15 m/s. Hitin 6 til 10 stig.