Sunnudagin verður fyrra fjórðingsfinalan í EHF-Cup kappingini hjá besta kvinnuliðnum hjá H71 spæld, tá tær spæla móti HC Galychanka Lviv í býnum Lviv í Ukraina.
Støðan hevur verið og er framvegis spent við markið til Ukraina, tí Russland hevur hótt við at gera innrás í landið.
Danska Uttanríkisráðið hevur áður mælt frá allari óneyðugari ferðing til Ukraina, men Evropeiska Hondbóltssambandið metir tað er ráðiligt at spæla dystin. Tað segði forkvinnan í H71, Anna Dam, við dimma.fo fyrr í dag.
Ferðaliðið flýgur umvegis Danmark til Póllands, har gist verður eina nátt í Warzsawa, áðrenn leiðin leygardagin gongur til Ukraina.
Lviv liggur í vestara partinum av landinum, einar 60 kilometrar frá pólska markinum. Býurin hevur eina langa og meldurkenda søgu, ið gongur heilt aftur til 1256, tá býurin varð grundaður.
Men gjøgnum tíðirnar hevur Lviv í fleiri umførum skift tilknýti og menti seg til størsta býin í Galisia-økinum, men menti seg eisini til ein mentanaðarligan miðdepil millum Kiev, Varsjava og Krakow. Lviv hevur gjøgnum tíðirnar ofta skift navn – alt eftir, hvørjum Lviv hoyrdi til.
Lwów, tá býurin hoyrdi til Pólland, Lemberg, tá býurin var partur av keisaraveldinum Eysturríki-Ungarn, Lvov, tá býurin eftir seinna heimsbardaga gjørdist partur av Ukrainska lýðveldinum í Sovjetsamveldinum.
Býurin og íbúgvarnir eru tó sloppin væl frá at hava skift “eigara” gjøgnum tíðirnar, og eitur í dag Lviv, eftir at Ukraina gjørdist sjálvstøðugt í 1991. Av tí at Lviv liggur heilt í vestara parti av Ukraina, so verður hugt meira móti Evropa enn móti Moskva. Býurin var til dømis rættiliga sentralur undir appilsingulu kollveltingini í 2004, og var eisini – eftir Kiev – mest týdningarmiklasti býurin undir Majdan kollveltingini í 2014.
Lviv er ein universitetsdepil, ið hevur ríkan arkitektur og nógv mentanarlig tilboð. Býurin slapp rættiliga væl undan at verða bumbað undir seinna heimsbardaga, og slapp eisini væl undan harðrenda Stalin-stýrinum. Umleið helvtin av øllum fornminnum í Ukraina eru í Lviv.
Sunnudagin spælir besta kvinnuliðið hjá H71 móti HC Galychanka Lviv í býnum. Dysturin verður klokkan 14 lokala tíð, og hoyvíkingar fara úr aftur Ukraina við flogfari beint eftir dystin.
Seinna fjórðingsfinalan millum liðini verður í Høllini á Hálsi sunnudagin 20. februar klokkan 20.