Hósdagin 9. mai vera fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Í kvøld hava Heðin Arge frá Televarpinum og gamli B68 miðvallarin Jann Ingi Petersen drigið lut um, hvør skal spæla ímóti hvørjum, og lutakastið lagaði seg soleiðis:
Víkingur – AB
B36 – NSÍ
EB/Streymur – HB
TB – B68
Harvið er leiðin hjá toppliðnum í landskappingini ímóti hálvfinalunum umvegis tvey lið í næstbestu deildini. Í gjár vann Víkingur 3-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík, og nú bíðar AB í Sarpugerði í fjórðingsfinaluni. AB vann seg í gjárkvøldið víðari í kappingini við útisigri ímóti B71 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.
Steypavinnararnir í HB vunnu í gjár 3-2 í Klaksvík. Nú fara teir at spæla fjórðingsfinalu við Margáir, har EB/Streymur fyrr í kvøld vann 5-0 ímóti 07 Vestur
TB, sum í gjárkvøldið vann 2-0 á Vágseiði ímóti FC Suðuroy, fær í fjórðingsfinaluni vitjan av B68, sum fyrr í dag vann 1-0 á heimavølli ímóti ÍF.
Fyri løtu síðani vann B36 3-1 í Gundadali ímóti Skála. Í fjórðingsfinaluni fer B36 eisini at spæla í Gundadali. Tað verður ímóti NSÍ, sum í lutakastinum til fyrsta umfar vann seg beinleiðis í fjórðingsfinaluna.