HB skrivar soleiðis í dag:
Lukasz Cieslewicz hevur longt sáttmálan til og við kappingarlok 2026. Við nýggja sáttmálanum verður Lukasz nú fulltíðarvenjari hjá Betri kvinnum.
Kappingarárið 2023 gekk betur hjá kvinnunum, enn nógv høvdu spátt. Talan var um eitt sera ungt lið. Hetta var samstundis fyrsta árið hjá Lukasz sum høvuðsvenjari. Men árið hilnaðist væl, og tær endaðu á einum triðja plássi.
Vit hava sæð eina støðuga menning hjá gentum og kvinnum seinastu árini. Í HB vilja vit skapa teir bestu karmarnar, og við at seta høvuðsvenjara hjá kvinnunum fulla tíð, taka vit næsta stigið á leiðini.
– Eg eri errin og takksamur fyri tað álitið, sum felagið hevur víst mær. Og eg gleði meg til tey komandi trý árini. Málið hjá okkum er at vera í toppinum og at koma í steypafinaluna. Hini liðini eru eisini sterk, men vit trúgva eisini uppá okkara egnu dygdir.
Langi sáttmálin er eisini í trá við tær langtíðarætlanir, sum felagið hevur lagt. Og sjálvur er Lukasz ikki í iva um, at hetta er ein sera spennandi hópur, hann hevur at arbeiða við.
– Tað er ringt at spáa um nakað í fótbólti, men um hetta liðið og hesir spælararnir halda fram at mennast, eins og teir hava gjørt, so hava vit tað besta liðið í landinum um trý ár, sigur Lukasz at enda.
Higartil eru tríggir spælarar komnir afturat í ár. Gunnvá er komin heim aftur at standa í mál, meðan Lisa og Arnóra eru komnar úr 07 Vestur.
Landskappingin hjá kvinnunum byrjar 27. mars, tá KÍ kemur á vitjan í Gundadali.