Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sum í síðstu viku meklaði eina avtalu um at enda uppreisturin hjá Wagner bólkinum í Russlandi, hevur í dag boðað frá, at tann russiski leiguhermaðurin Jevgenij Prigozjin ikki er staddur í Hvítarusslandi longur.
Tað skrivar Reuters.
Lukasjenko segði tann 27. Juni, at Prigozjin var komin til Hvítarusslands, sum ein partur av avtaluni.
Men í dag hevur sagt við tíðindafólk í Hvítarusslandi:
- Prigozjin er nú í Skt. Petersborg. Hann er ikki longur á Hvítarussiskum landøki.
Lukasjenko upplýsir, at tilboð hansara um at lata Wagner bólkin hava nakrar av sínum hermonnum í Hvítarusslandi enn er galdandi.
Hann sigur, at hann ikki sær tað sum ein vansa fyri Hvítarussland og heldur ikki, at Wagner-hermenn nakrantíð fara at skaða hansara land.