18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði í dag.
Hin føroyski telvarin í A-bólkinum, Jón í Horni Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, stóð seg eisini væl, og rakk einum fjórða plássi.
Í alt tólv telvarar – tveir úr hvørjum norðurlandi – eru í hvørjum NM-bólki. Telvararnir eru flokkaðir í fimm bólkar eftir aldri. Tveir telvarar úr Føroyum vóru í hvørjum bólki.
Árliga NM-kappingin var í Finnlandi um vikuskiftið. Telvað var í Valkeakoski í finsku skógunum norðanfyri Helsinki. Seks umfør vóru í alt.
Við góða úrslitinum í hesi kappingini gongur Luitjen heili 86 stig fram í rating. Hann flytur seg tí av fjúrtanda plássi fram á sætta pláss á føroyska styrkilistanum, tá altjóða talvsamgongan kunnger nýggjan styrkilista í mars.
Luitjen hevur fyrr vunnið bronsu í NM-kappingini. Tað var í einum av yngri bólkunum í 2021, tá kappingin var í Føroyum, og eisini í 2023 í Norra. Luitjen hevur eisini vunnið silvur áður, tað var í 2019, og so nú í 2024.
Bestu føroysku úrslitini í NM-ungdómskappingunum hevur Helgi Dam Ziska fingið. Hann hevur vunnið báðar sterkastu bólkarnar , A- og B-flokkin. Helgi var norðurlendskur meistari í A-flokkinum í 2009. Ta kappingina vann hann á heimavølli í Norðurlandahúsinum.
Luitjen Akselsson Apol, vinstrumegin, við steypinum fyri flotta 2. plássið í elsta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar.
NM 2024 – Bólkur A
1. Shazil Shehzad 2265 (Norra) 6 stig
2. Luitjen Akselsson Apol 2146 (Føroyar) 4½ stig
3. Aleksandr Domalchuk-Jónasson 2362 (Ísland) 4 stig
4. Jón í Horni Nielsen 2075 (Føroyar) 3½ stig
5. Vidar Grahn 2234 (Svøríki) 3 stig
6. Oliver Nilsson 1973 (Svøríki) 3 stig
7. Mikkel Loftgaard 2258 (Danmark) 2½ stig
8. Max Moe Pedersen 2027 (Norra) 2½ stig
9. Benedikt Briem 2149 (Ísland) 2 stig
10. Paulius Meskenas (Danmark) 2 stig
11. Anton Sinitsyn (Finnland) 1½ stig
12. Konsta Kallunki (Finnland) 1½ stig
12 telvarar í alt.
Hinir bólkarnir
Føroyar fingu nógv bestu úrslitini í sterkasta bólkinum. Í yngru bólkunum gjørdu okkara telvarar seg ikki galdandi, tó at glottar vóru.
Í bólki B endaðu Elias Petersen og Rókur Davidsen nummar 10 og 11 av 12 við 1½ stigum hvør.
Í bólki C endaði føroysku umboðini aftast. Unglingaføroyameistarin Petur G. Magnussen fekk 1½ stig á 11. plássi, og Emil Jakobsen fekk ½ stig á 12. plássi.
Í bólki D gjørdust føroysku telvararnir eisini síðstir. Oskar Jakobsen og Andrias Gøthe fingu eitt hálvt stig hvør fyri innanhýsis remis.
Í yngsta bólkinum – bólki E – var Lisa J. Xin nummar 10 við tveimum stigum. Baldur Jørgensen fekk 1½ stig og var nummar ellivu.
9 ára gamla Lisa J. Xin umboðaði Føroyar í yngsta bólkinum í NM-kappingini fyri unglingar. Hon fekk tvey stig av seks møguligum.