- Tað er øgiliga spennandi. Hetta verður størri enn eg fyrr havi upplivað. Eg havi fyrr telvað á landsliðnum í smálandakappingum, men ongantíð til talvolympiaduna. Til talvolympiaduna eru teir bestu telvararnir í heiminum við, sigur ein spentur Luitjen Akselsson Apol, sum saman við fýra øðrum telvarum í næstum skal umboða Føroyar til talvolympiaduna í India.
Talvolympiadan byrjar ólavsøkudag 29. juli og endar 10. august. Upprunaliga skuldi kappingin vera í Russlandi, men avgjørt var at flyta kappingina av givnum orsøkunum. Hóast stutt skotbrá, beyð India seg fram at skipa fyri hesum ovurhonds stóra tiltaki.
Sambært Talvssamband Føroya, so er talan um metstóra luttøka. Ikki færri enn 189 landslið fara at kappast í almennu røðini. Harumframt verða 154 lið í kappingini fyri kvinnur.
Venur fleiri tímar um dagin
Luitjen hevur í fleiri ár verið umrøddur sum stjørnuskotið í føroyskum talvi. Men sjálvt um hann hevur kappast millum fremstu telvararnar í Føroyum í fleiri ár, so er hann enn bert 16 ára gamal. Hóast sín unga aldur, so setur Luitjen høg krøv til sín sjálvan.
- Eg eri nøgdur við gongdina seinasta kappingarárið. Eg havi tikið meg fram aftur. Í 2020 gekk tað minni væl. Tá hevði eg 2200 stig á styrkilistanum, men eg fór niður á 2030 stig. Í ár hevur tað gingið væl og eg havi tikið meg framaftur, sigur ungi telvarin, sum vanliga umboðar Havnar Telvingarfelag. Í løtuni liggur Luitjen nummar seks á føroyska styrkilistanum við 2289 stigum.
Hann greiðir frá, at í 2020 gjørdi hann ov nógvar konsentratiónsfeilir. Hann telvaði seg fram til góðar støður, men í avgerandi løtum misti hann fokus og gjørdi avgerandi mistøk. Tá vit spyrja, hvussu hann vendi keðiligu gongdini, svarar hann soleiðis:
- Eg haldi bara, at eg vandi nógv. Eg venji fleiri tímar um dagin. Men tað er ymiskt, hvussu nógvar tímar eg venji hvønn dag. Tað kann vera alt frá einum tíma til fimm tímar um dagin. Eg venji ofta minni um summari, tá færri kappingar eru. Tá ein kapping byrjar at nærkast, so venji eg sjálvandi meira.
Spentur til uppgávuna
Í hesum døgum venur Luitjen nógv nú talvolympiadan í India nærkast. Av føroysku telvarunum, ið skulu til India, er Luitjen hin yngsti. Tá Dimmalætting tosar við Luitjen um komandi kappingina tykist hann spentur uppá bæði uppgávuna og upplivingina.
- Eg veit ikki heilt, hvat mann kann væntað av okkum. Tað er ringt at siga, tí eg havi ongantíð verið við fyrr, men fyri meg sjálvan, so hevði tað kanska serliga verið stuttligt, um mann vann á onkrum mótstøðuleikara, ið hevur meira stig enn ein sjálvur á styrkilistanum, sigur Luitjen eyðmjúkur.
Hann vísur á, at tað altíð er nakað serligt at sleppa at umboða Føroyar til kappingar. Í løtuni liggja Føroyar nummar 70 í røðini á styrkilistanum, sum altjóða talvsambandið kunngjørdi í juni yvir øll 200 limalondini í felagsskapinum.
Stór mál
Fyrr í ár vann Luijten saman við Havnar Telvingarfelag FM-kappingina fyri lið. Haraftrat gjørdist hann nummar tvey í FM-kappingini fyri einstaklingar. Hóast hann er nøgdur við hesi bæði avrikini, so hevur hann sett sær nýggj og hægri mál.
- Eg fari at royna at gerast føroyameistari. Men eg ætli eisini at gerast IM (International Master), sum merkir altjóðameistari. Tað ætli eg at konsentrera meg mest um, sigur Luitjen.
Fyri at gerast altjóða meistari í talvi skal hann hava tríggjar IM-normar, umframt eitt styrkital, sum í minsta lagi er 2400. Almenna IM-heitið liggur undir GM-heitinum (Grandmaster), sum merkir stórmeistari. Helgi Dam Ziska er einasti føroyski telvarin, ið er stórmeistari.
- Heitið sum stórmeistari er enn langt vekk. Fyrst má eg gerast altjóðameistari. Eg vil gjarna gerast stórmeistari, men vit taka eitt stig í senn, sigur ein róligur Luitjen Akselsson Apol, sum í næstum fer at umboða Føroyar til talvolympiaduna í India, bara 16 ára gamal.