Luc Kassi er nú í Svøríki

Fyrrverandi KÍ miðvallarin er nú í Degerfors í næstbestu svensku deildini

Jóannes Hansen
7. mars 2024 kl. 19:33

Í fjør var Luc Kassi ein av spælarunum, sum vóru við til at bera KÍ fram ímóti triðja FM heitinum og í europeiska ævintýrinum.

Í vetur varð tað greitt, at Luc Kassi ikki fór at halda fram í Klaksvík og KÍ, og nú hevur hann funnið nýtt felag. Hann spælir nú fótbólt í næstbestu deildini í Svøríki.

Norski miðilin sportsbibelen.no veit at siga, at Luc Kassi hevur skrivað sáttmála við svenska felagið Degersfors. Talan er um tvey ára sáttmála við Degersfors, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini.

Í Klaksvík spældi Luc Kassi 24 dystir, og hann skoraði fýra mál fyri KÍ.