Loypti ótta á fólk á summarfestivalinum - kleiv upp í ein lyktapela

Tað var rættiliga friðarligt á summarfestivalinum, har nøkur túsund fólk vóru samlað í veitslulag.

Áki Bertholdsen
11. august 2024 kl. 12:42

Og summi gjørdu ov nógv av og einar tríggjar ferðir mátti løgreglan leggja upp í og skilja fólk sundur, sum vóru komin til ilnar og fóru at skeldast og skumpast. Men tað varð ikki til meiri enn tað, tí løgreglan fekk partarnar í hvør sína ætt.

Ì hesum sambandi fingu tvey fólk bót fyri at hava verið so ólátað, at tey vóru til ampa fyri onnur.

Men í einum føri varð eisini ringt til løgregluna, tí fólk høvdu ampa av einum manni, sum var klovin upp í ein lyktapela við góðari kenning. Har stóð hann og veipaðu, og fólk óttaðist at hann skuldi missa fótafestið og detta úr pelanum.

Tað hendi kortini ikki og hann kom niður aftur úr pelanum í øllum góðum.