Mikudagin kl 20 fer Hans Kristian Eyðunsson Hansen, sum sjálvur fæst við animatión, at innleiða filmin ”Loving Vincent” í Filmsfelagnum.
”Loving Vincent” er ein hin mest sjáldsami biograffilmur í nýggjari tíð. Filmurin er hin fyrsti, ið er olju-animeraður. 150 myndlistafólk, sum mest eru úr Póllandi, hava málað 165.000 frames, tað er hvør einstøk mynd, sum animatións-filmurin er gjørdur úr. Filmurin var í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina sum besti animatiónsfilmur í ár.
Animatiónsarbeiðið er gjørt við støði í lívi og málningum hjá kenda niðurlendska listamálaranum Vincent van Gogh (1853-1890), og hvussu hann doyði bara 37 ára gamal. Hin føroyska Wikipedia sigur um van Gogh, at hann er ein av teimum mest týðandi listafólkunum í evropeiskari listasøgu.
Nýggi filmurin ”Loving Vincent” hevur fingið góð ummæli í altjóða filmspressuni.
Filmsfelagið er áhugafelag, sum varð stovnað í 1962 og hevur til endamáls at vísa listaliga áhugaverdan film. Allar sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og eingin limaskapur krevst.
21/3 KL 20:00 LOVING VINCENT
(Kobiela & Welchman, Pólland 2017 95 min)