Love Box – nýsirkussýning úr Frankaríki

”Ein røð av einføldum og absurdum skitsum um lívið í tveysemi – uttan orð”. Forvitnisligur leikur vitjar í Føroyum í hesum døgum

Sigurjón Einarsson
13. september 2022 kl. 12:18

Love Box er ein skemtileikur, sum við speisemi myndar gerandishendingar hjá tveimum, sum elska hvønn annan. Við 18 trækubbum, og einum máli, sum sameinir keipur, sirkuskynstur og dans, vísa tey okkum kærleikan á ein skemtiligan hátt. 

Tað eru Miriam de Sela og Joël Colas, ið hava verið sirkusartistar í meiri enn 20 ár, sum framføra skemtileikin.  

Hann er klovnur, meðan hon er akrobatur og balansuartistur. Gjøgnum sína yrkisleið hava tey starvast í ymiskum sirkusbólkum, og framført í leikhúsum, sirkustjøldum og í gøtuleikum.  

Saman hava tey í meiri enn tíggju ár framført tvímansleikin “A&O présentent &”, har tey hava ferðast við leikinum til lond sum eitt nú í Kambodja, Japan, Haiti, Íslandi, Danmark, Tunesia , Jordan, Sýria, Libanon og so hava tey eisini vitjað áður í Føroyum, har tey hava havt framsýning í Norðurlandahúsinum og verið partur av Listaleypinum.

Leikurin er ætlaður vaksnum, men ung og familjur við børnum eru vælkomin. Sýningin er umleið 45 minuttir long.

Sýningarnar verða hesar:

  • Leygarkvøldið 17. september klokkan 19.30 á Føroya Fólkaháskúla.

  • Fríggjadagin 16. september klokkan 18 í SALT

  • Sunnudagin 25. september klokkan 16 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Atgongumerki eru at fáa á www.atgongumerki.fo

Umframt at vera yrkispartnarar, so eru Miriam de Sela og Joël Colas eisini lívspartnarar. Tey hava livað saman í 23 ár, og eiga tvey børn. Við drúgvum lívs- og arbeiðsroyndum vilja tey deila eitt projekt, sum endurspeglar tveysemi og felagslívið – við øllum tí, sum tað inniber av løgnum, livurposteilitaðum og láturligum gerandismyndum.  

Framførslan er í Føroyum í samband við, at Joël og Miriam halda eitt nýsirkusskeið á Føroya Fólkaháskúla. 

Yrkisdansarar og leikarar kunnu eisini fara á masterskeið hjá teimum 26. september í Norðurlandahúsinum.

Til ber at lesa meira her.