Lovandi úrslit við koronutablettum

Kanningar vísa, at nýggja tablettin hjá Pfizer minkar um vandan at doyggja ella at verða innlagdur, hevur tú fingið korona og hevur la´gt mótstøðuføri.

Steinar Patursson
5. november 2021 kl. 16:15

Amerikanska heilivágsfyritøkan Pfizer hevur í dag boðað frá, at fyritøkan hevur fingið lovandi úrslit við royndarkanningum av einari tablett, ið skal minka um vandan at gerast álvarsliga sjúk ella at doyggja orsakað av koronuvirus hjá teimum, ið hava lágt mótstøðuføri ella eru serliga útsett.

Sambært tølunum hjá Pfizer minkar vandin fyri innlegging ella deyða við 89 prosentum, um sjúklingurin fær heilivágin, ið hevur fingið navnið Paxlovid.

Boðini um nýggja Pfizer heilivágin koma ber tein dag eftir, at bretski heilivágsstovnurin hevur góðkent líknandi heilivág frá Merck Sharp and Dohme fyritøkuni, sigur BBC.

Paxlovid virkar á tann hátt, at heilivágurin forðar fyri, at koronuvirus kann upptaka enzym, ið eru neyðug hjá virusinum fyri at nørast, og tá heilivágurin verður tikin saman við evninum ritonavir, verður hann í kroppinum longri.

1.219 sjúklingar tóku lut í kanningini, sigur BBC, og kanningin vísti, at 0.8 prosent av teimum, ið fingu Paxlovid vóðu innløgd samanborið við sjey prosent av teimum, ið bert høvdu fingið eitt placebo.

Sjey av sjúklingunum, ið fingu placebo, endaðu við at doyggja, men eingin, ið fekk Paxlovid, doyði.

Heilivágurin varð latin tríggjar dagar eftir, at koronusjúkueyðkenni vístu seg.

Allir sjúklingarnir, ið tóku lut í kanningini, vóru eldri fólk ella fólk, ið hvørs heilsustøða annars gjørdi tey serliga útsett fyri koronu.