Lótu aftur eina grind fara

Aftur í gjár vóru grindaboð - men grindin varð slept.

Áki Bertholdsen
5. september 2024 kl. 16:23

Aftur í gjár vóru grindaboð uttan fyri Leirvík. Men aftur á gjár varð semja millum grindaformenn og sýslumenn um at lata hana fara, tí allastaðni har um vegir hava tey nokk av grind. Kortini vórðu tríggir hvalir riknir inn á Fuglafjørð, har teir vórðu merktir.

Í fyrradagin vóru eisini grindaboð har um vegir, og ta grindina lótu tey eisini fara. UM talan er um somu grind, sum framvegis svimur runt har um vegir, er óvist. Men støddin passar, tí grindin í gjár varð mett til einar 50 hvalir, tað sama sum grindin í fyrradagin.

Fólk frá hvalaveiði-mótstøðufelagsskapinum, Sea Sheperd, vóru til staðar í Fuglafjørði. Tey tóku nógvar myndir, men løgdu seg annars ikki upp í millum.

Tey eru ímóti at vit drepa grind, men tá ið vit merkja grind til vísindalig endamál, er tað heldur ikki gott. Tey siga í eini viðmerking, at hetta var ein ringur dagur, tí hóast tey taka undir við gransking, taka tey ikki undir við slíkari harðrendari viðferð av hvalum, sum tað er at merkja teir.