Føroyskur filmur á vegamóti

– Sannleikin er so sára einfaldur, at Almennu Føroyar, óansæð samgongu, hava við næstan hvørt høvi forsømt at stuðla, stimbra og tryggja føroyskan film. Og Trom er einki undantak, sigur ein føroyskur filmsframleiðari.

Trygvi Danielsen
26. februar 2022 kl. 19:56

Í dag hava vit á Dimmu havt føroyska filmslist og filmsvinnu í miðdeplinum. Orðini "filmslist" og "filmsvinna" verða oftast nýtt hvørt um annað, men tey merkja í kjarnuni heilt hvør sítt. Listin er hønan, og vinnan er eggið, sum kemur burtur úr henni. Ella er tað øvut? Orðini hoyra í øllum førum óreingiliga saman, ikki minst tá tey standa í leinging av orðinum "filmur", sum uttan iva er tann av øllum listagreinunum, sum krevur mest bæði av listini og av vinnuni. Hon krevur mest av listini, tí hon umfatar bæði fotografi, ljósseting, pallseting, sminku, klædnalist, sjónleik, skaldskap, tónleik, ljóðgerð, klipping, litviðgerð, visuellar effektir, praktiskar effektir og helst nógv afturat. Av tí sama krevur hon eisini mest av vinnuni. Filmur er so umfatandi eitt listaverk, at hann hevur skapt eitt frankensteinskt monstrum av einum maskinaríi, sum vit í Føroyum eru byrjað at sansa í útjaðaranum av tilvitskuni. Vinnan býr ikki í Føroyum, men hon vitjar av og á, og vit hava seinastu árini upplivað hana í skapinum av Fågelfångarens Son, James Bond og TROM. 

Men hvat gagnar tað okkum?

Lopið burdi verið størri
Pætur Marjunarson Dahl, filmsframleiðari, heldur ikki, at hesar framleiðslurnar hava gagnað hvørki føroyskari filmslist ella -vinnu so nógv, sum tær áttu. 

– TROM er ikki eitt so stórt lop fyri føroyskan film, sum tað kundi verið. Tað er James Bond heldur ikki. Ei heldur Fågelfångarens Son ella Skál. Hetta er alt filmsgerð í Føroyum í stóran mun á premissunum hjá øðrum enn føroyingum. At royna at selja hesa forteljingina um eitt "giant leap" er at gera føroysku filmsvinnuni og listini eina bjarnatænastu. Sannleikin er so sára einfaldur, at Almennu Føroyar, óansæð samgongu, hava við næstan hvørt høvi forsømt at stuðla, stimbra og tryggja føroyskan film. Og Trom er einki undantak, sigur Pætur. 

Men hvussu hevði filmsvinnan í Føroyum kunnað verið betur samskipað í samband við framleiðsluni av Trom? Hvat kundi verið betri, bæði frá politiskum og føroyskum filmslistaligum sjónarmiði? Tað spurdi eg Jón Hammer, sum hevur framleitt TROM.

– Sum heild kunnu vit royna at síggja tað positiva í tí og skilja TROM sum eina royndarkoyring av fleiri skipanum, bæði fíggjarligum og tænastuligum. Hetta er størsta filmsverkætlanin, sum er gjørd í Føroyum, og skipanirnar eru ikki ordiliga “giraðar" til tílíkt, og tað hevur gjørt, at nógv hevur verið tungt og óvist í samband við administrativt arbeiði. Hetta er nakað, sum verður tillagað til framtíðar verkætlanir, sigur Jón Hammer. 

Men hvussu við føroyskum filmsfólki? Hví hava tey ikki størri leiklut í framleiðsluni? 

– Á summum økjum hava vit førleikar á altjóða støði, men tað sigur seg sjálvt, at tá tað ganga ár millum filmsframleiðslur í Føroyum, fáa vit ikki ment okkum við somu ferð sum í útlondunum, og vit hava ikki nóg nógv filmsfólk á altjóða støði – enn, svarar Jón. 

Tað er skilt. Men júst hvørjar førleikar hava íslendsku og donsku framleiðslutoymini, ið vóru við í verkætlanini, sum vit ikki hava í Føroyum?

– Tey hava drúgvar royndir á altjóða framleiðslum, sum vit mangla í Føroyum. Bæði í Íslandi og Danmark er øgiligur eftirspurningur eftir filmsfólki, og tær royndirnar, tey fáa upp á 1-2 ár, taka 5-10 ár at uppbyggja sær í Føroyum, um vit hugsa í arbeiðstímum. At tey so harafturat arbeiða næstan konsekvent á stórum altjóða framleiðslum, merkir eisini, at tey arbeiða við útgerð og fíggjarætlanum, sum vit ikki eru von við í Føroyum. Tað gevur teimum nakrar førleikar, sum føroysk filmsfólk kunnu læra av og fáa ágóðan av, tá tey koma til Føroyar at arbeiða saman við føroyingum, sigur Jón Hammer, filmsframleiðari.

Mentanarligt sjálvmorð
Pætur Marjunarson Dahl vil vera við, at TROM eins væl kundi verið ein føroysk framleiðsla, um bara politiski viljin var til tað. 

– Hóast TROM er eitt fantastiskt avrik, sum Jón Hammer, Torfinnur Jákupsson og restin av toyminum hava framt, so er sendirøðin ikki ein succés fyri føroyskan film í sjálvum sær – hon er ein ávaring. TROM er ein Viaplay-framleiðsla í Føroyum, sum eitt íslendskt framleiðslufelag í roynd og veru koyrdi. Føroyskur filmur fer ikki at menna seg, um tað einasta, sum okkara tingfólk skilja, er Viaplay, BBC, DR, James Bond og aðrar flottar, útlendskar framleiðslur. Vit hava longu tað, sum skal til, men tað finst bara eingin fígging og vilji til at gagnnýta teir møguleikarnar. Í teimum 10-12 árunum eg havi arbeitt við filmi í Føroyum, havi eg sæð nógv dugnalig, røsk, kreativ og arbeiðsfús fólk spakuliga verða mergsogin fyri allari orku og vón í royndini at gera og at trúgva upp á føroyskan film, sigur Pætur Marjunarson Dahl.

Samanumtikið heldur Pætur, at skipanin í verandi líki als ikki er haldgóð. Tvørturímóti.

– Tað stutta av tí langa er, at tað er mentanarligt sjálvmorð at grunda okkara filmsvinnu á útlendska fígging, framleiðslu, fagurfrøði og fakligheit. Føroyskur filmur fer aldrin at liva av orðum og "møguleikum". Ferð eftir ferð hoyra filmsfólkini brandtalur frá politikarum og embætisfólkum um ómetaliga virði og um møguleikarnar, sum liggja í teirra verki. Tey hoyra, hvussu bjørt framtíðin er fyri føroyska filmsumhvørvið, hvussu tað grør um gangandi fót, men ferð eftir ferð mugu tey ásanna, at einki kemur burturúr. Filmsfólk ganga runt við biddarahattinum og arbeiða 14 tímar um dagin, inn til tey eru tóm og vónbrotin. Tá gevast tey og byrja at arbeiða fyri KvF ella lýsingarfyritøkur, sigur Pætur.

The long game
Men hvat skulu vit gera fyri at betra um støðuna? Jón Hammer heldur, at vit skulu vera tolin og byggja vinnuna stig fyri stig. Enn eru vit bert í byrjanartilgongdini.

– Um vinnan skal lyftast, krevur tað fleiri stórar framleiðslur, regluliga, so at fólk kunnu arbeiða við filmi burturav og veruliga menna seg á eitt støði, har vit eru kappingarfør við londini rundan um okkum. Við TROM hava vit vónandi prógvað, at vit kunnu eina rúgvu, sum ivi var sáddur um áðrenn, bæði í útlandinum, men ikki minni her heima. Tað mangla enn nógvir førleikar í Føroyum, men vit vita nú betur, hvat vit sjálvi duga, og hvat vit hava tørv á útlendskari servitan til. Tað eru avgjørt ting, sum vit vilja gera annarleiðis, og tað eru eisini treytir frá okkara síðu fyri framhaldandi samstarvi. Okkara endamál er at fremja føroysku filmsvinnuna, men vit spæla eisini “the long game”, og vit byggja okkum upp strategisk til eina positión, har vit hava allan avgerðarrætt. Tað fært tú ikki við at leypa framav, men við at vísa úrslit, og her er TROM bert tað fyrsta úrslitið, vit hava at vísa á, sigur Jón Hammer. 

Torfinnur Jákupsson, sum tók stig til og hevur skrivað TROM, heldur, at infrakervið spælir ein avgerandi leiklut.

– Í Føroyum eru nógvar søgur at fortelja, men mann skal líkasum gera nøkur ting, áðrenn tey tora at satsa upp á tað. Fyrsta sesong av Trom er so ein liður í tí arbeiðnum, havi eg hugsað. Ein máti at prógva, at tað ber til, og at vit duga minst líka væl sum í útlondunum. Vit skulu byggja filmiska infrastrukturin upp, og tað gera vit við fíggjarligum satsingum, sum eru neyðugar fyri at koma upp á tað støðið, har mann kann framleiða alt sjálvur og selja tað til Netflix, tildømis, sigur Torfinnur. 

Hvar byrjar mann? Hvat byggja vit fyrst?

– Høli til at byggja sett, tildømis. Miksibiograf. Grundleggjandi ting, sum okkum tørvar til at gera alla eftirframleiðsluna í Føroyum, so at tað ber til at gera eina bíliga framleiðslu. So at mann ikki altíð skal inn í húsini hjá fólki, men kann byggja eitt sett og filma nógv sama stað, innandura, tí føroyska veðurlagið er jú ikki egnað til filmsgerð. Sovorðið, sum mann hevur alla aðrastaðni. Tað er eisini ein ætlan, sum eg havi í bakhøvdinum, hvussu vit kunnu menna alt tað. Hvar kann mann byggja ein stóran bygning, har vit hava allar neyðugu fasilitetirnar, sigur Torfinnur.

Bacalao kundi verið eitt hóskandi stað, hugsi eg.

– Ja, tildømis. Tað er longu eitt stórt stig á leiðini til at framleiða nógv meir, um mann hevur eitt høli, har alt er stabilt, og tú bara skalt flyta nøkur ting inn og út. So kanst tú filma óendaligt av tilfari. Vit hava sjálvandi Kringvarpið, men tey gera jú nógvar aðrar sendingar, sum taka tíð, orku og høli. So tað skal vera okkurt uttan fyri KvF eisini. Okkum tørvar eitt høli, sum er halgað til film. Har skulu ongar konsertir ella nakað sovorðið verða, sigur Torfinnur.

Inn til tað kemur, er næsta stigið kanska at binda filmsgerarar í Føroyum við útlendsk framleiðslufeløg, ella hvussu?

– Jú, tað er ein stórur mangul beint nú, hvussu mann selur føroyskan film, staðfestir Torfinnur. 

Men hvørjir møguleikar stinga seg upp við TROM? Flytur tað nakað fyri føroyskan film? Jón Hammer metir, at tað kann lata nakrar hurðar upp.

– Vit fáa føroyskt tilfar út til eina breiða áskoðarafjøld. Ein føroysk søga úr Føroyum, har meginparturin av málinum er føroyskt, kann vónandi slóða fyri, at tað ikki er heilt so fremmant og farligt. Tað eru øgiliga fá, sum yvirhøvur hava sæð nakað á føroyskum ella úr Føroyum, so vit vóna sjálvandi, at hetta kann opna nakrar dyr fyri at vit – og aðrir føroyingar – kunnu koma aftur við meir tilfari, og at tað verður lættari at sleppa fram at næstu ferð, sigur Jón Hammer.