Lord Alfred Paget – Føroya fyrsti trolari

Trolarin var stutt sagt ónýtiligur sum fiskifar. Roynt varð at selja hann uttanlands, men illa gekst

Óli Olsen
16. august 2019 kl. 10:41

Í seinasta parti varð nomið við trolingina hjá bretum í Ermarsundi og Norðsjónum. Nevnt varð eisini, at bretskir trolarar summarið 1898 løgdust á føroysku grunnarnar. Nú runda vit elstu trolaratíðina av.   

Í Norðsjónum royndu seglsluppirnar nærindis landi. Men við vaksandi veiðitrýsti minkaði veiðan. Flotin leitaði til havs, fann alsamt nýggj fiskimið og spjaddist so við og við um allan Norðsjógvin.

At sigla á marknað bar hesum seglskipum illa til. Stórar fyritøkur við heilum veiðiflotum fingu sær flutningsskip at flyta fiskin av fiskileið á bretska marknaðin. Fyrstu flutningsskipini vóru seglskip, carriers nevnd. Seinni fingu stórfyritøkurnar sær guvurikin jarnskip, steam carriers, til flutningin.

Londonfyritøkan Hewett & Co læt soleiðis árini 1865-66 smíða fýra flutningsskip í Stockton on Tees í Bretlandi – øll úr jarni við 50 hesta guvumaskinu. Fyrsta teirra varð nevnt Lord Alfred Paget.

Tey vóru eisini útgjørd at trola fyri at koma undir fiskiskip. Í London rindaðu fiskiskip nógv minni í havnargjaldi enn farmaskip. Hóast einki verður nevnt um fiskiskap, ber helst til at siga, at hetta hevur verið fyrsta royndin yvirhøvur at toga við guvumegi. Lord Alfred Paget kom eisini at gerast søguligt skip í Føroyum.

Í 1905 keypti Ólavur á Heygum í Vestmanna skipið sum Føroya fyrsta trolara. At føroyingar vóru við bretskum trolarum, hevur møguliga givið honum íblástur. Lord Alfred Paget, ið var 159 tons brutto, varð 28. juni 1905 skrásettur í Føroyum undir nummarinum VN 147.

Nú skuldu føroyingar royna seg umborð á størri skipi enn sluppunum og við tøkniliga meira krevjandi veiðihátti enn snørisfiskiskapi.

Framskygdi vestmenningurin var kortini óheppin við keypinum. Skjótt vísti seg, at trolarin við sínum 40 árum á baki var ikki bara gamal, men eisini í ringum standi. Longu á ferðini til Føroya úr Bretlandi mátti hann seta inn í Aberdeen at umvæla ketilin, sum var farin at leka.

Trolarin var stutt sagt ónýtiligur sum fiskifar. Roynt varð at selja hann uttanlands, men illa gekst. 23. august 1906 varð hann loksins seldur til Keypmannahavnar til upphøggingar. Lord Alfred Paget varð strikaður úr skipaskránni 23. november 1906.

Ólavur á Heygum, sum misti nógvan pening við skipakeypinum, hevði annars fingið Niclas Leo úr Vági at føra trolaran. Niclas úr Sjúrðhúsi, sum hann kallaðist, fór ungur við bretskum skipum, giftist í Grimsby og fór um aldamótið 1900 at føra bretskar trolarar. Skiparapappír fekk hann 3. januar 1898.

 

Óli Olsen kann røkkast á sandagota@gmail.com