Lønin hækkar 12,75 prosent trý tey næstu árini

Akademikarafelagið og fíggjarmálaráðið hava skrivað undir nýggjan sáttmála

Jóannes Hansen
24. november 2023 kl. 16:00

Fíggjarmálaráðið skrivar soleiðis í dag:

Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið hava í dag skriva undir semju um nýggjan sáttmála.

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á ein samlaðan lønarvøkstur á 12,75 %.

Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru somuleiðis gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.

Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2022 til 30. september í 2025.

Lønarhækkanir:

Tann 1. oktober í 2022 hækka allar mánaðarlønir 3,80%

Tann 1. oktober í 2023 hækka allar mánaðarlønir 4,15%

Tann 1. oktober 2024 hækka allar mánaðarlønir 4,75%