Lond í Vesturevropa berjast móti náttúrueldum

Í Vesturevropa uppliva tey í løtuni enn eina ógvusliga hitabylgju og samstundis stríðast tey við náttúrueldar nógvastaðni.

Skógareldur í Portugal. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
13. juli 2022 kl. 12:12

Í Vesturevropa uppliva tey í løtuni enn eina ógvusliga hitabylgju og samstundis stríðast tey við náttúrueldar nógvastaðni. Tískil eru túsundtals av fólki í dag flutt burtur frá fronsku strondini við Atlantshavið.

Sambært Berlingske, er meir enn 1200 hektar av skógi og náttúru oyðilagt nærhendis Bordeaux. Hundraðtals av lokalum íbúgvum sunnanfyri Bordeaux, eru tískil fluttir frá hús og heim. Fleiri enn 600 sløkkiliðsmenn eru farnir avstað fyri at berja eldin niður.

Í umráðnum nærhendis Pilat-sandheyggin, sum liggur áleið 60 kilometarar frá Bordeaux, vóru áleið 6000 fólk, sum gistu í kappingvognum og tjøldum, flutt burtur frá økinum, orsakað av náttúrueldunum.

Hitabylgjan í Vesturevropa ger ilt verri. Síðan sunnudagin eru hitin farin uppum 40 hitastig á Iberiahálvoyggini, har sløkkiliðsmenn í fleiri vikur hava stríðst fyri at sløkkja náttúrueldar í Spania og Portugal. Serliga í Portugal hevur hitabylgjan borið óvanliga nógvar skógareldar við sær í norðara partinum av landinum.

- Vit vænta, at tað verður verri, sigur Clare Nullis, ið er talspersónur fyri WMO, sambært Berlingske. Væntað verður at høgu hitastigini skjótt fara at síggjast aðrastaðni kring Evropa.