1,032 milliardir krónur vórðu útgoldnar í A-skattaðum lønum í august. Tað eru 54,6 milliónir meira samanborið við sama mánað í fjør, sum svarar til ein vøkstur á 6 prosent hendan mánaðin.
Endurskoðað hagtøl um A-skattaðar lønir
Hagtølini fyri A-skattaða løn eru endurskoðað og útgivin av nýggjum. Lønarhagtølini eru meira útgreinað enn áður og lønargongdin kann nú lýsast betri. Endurskoðanin hevur eisini við sær ávísar broytingar í hagtølunum, ið eru lýstar í kassanum niðast í greinini.
Gongdin vísir, at stígur kom í lønirnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan. Í august vórðu 1,032 milliardir krónur útgoldnar í løn, sum er ein vøkstur á 6 prosent samanborið við sama mánað í fjør.
Kvinnur eiga størsta partin av vøkstrinum
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum. Soleiðis var eisini í august mánað.
Kvinnur fingu samanlagt 407,4 milliónir krónur útgoldnar í august, sum eru 34,3 milliónir ella 9,2 prosent meira enn august í fjør. Menn fingu 624,5 milliónir krónur útgoldnar í august, sum eru 20 milliónir ella 3,4 prosent meira samanborið við sama mánað í fjør.
Bústaðarøki
Niðanfyri sæst býti av lønum útgoldnar í Føroyum. Lønir til persónar búsitandi uttlands sum í august vóru um 8 prosent av útgoldnu lønunum hjá føroysku arbeiðsgevarunum.
Løn býtt á vinnugrein
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á fyrsta stigi eftir nýggju vinnugreinaflokkingini seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Lønirnar vóru 634 milliónir krónur, ella 5,3 prosent, hægri í uppgerðarárinum august 2023 til juli 2024 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Miðallønin
Í august var miðallønin per persón 33.000 krónur, hetta er 4 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Niðanfyri er grafur, ið vísur miðallønina býtt á kyn. Í august fingu menn 38.500 krónur í miðal, sum er 40 prosent hægri enn miðallønin hjá kvinnum, sum var 27.400 krónur í august.