Tað er ikki avgerandi fyri Lars Løkke Rasmussen, um flokkur hansara gert partur av komandi donsku stjórnini ella ei. So leingi flokkurin fær ávirkan.
Hesum boðaði formaðurin í Moderaterne frá, tá hann var liðugur til dagsins stjórnarsamráðingar á Marienborg.
- Tað skal jú ein vera ein stjórnarskipan tvørturum miðjuna. Fyri okkum er tað ikki avgerandi at vera við í tí stjórnini. Eg veit, at ávirkanin eisini kann liggja eitt annað stað, sigur Lars Løkke Rasmussen sambært Danmarks Radio.
Hóast hesa útsøgn, legði Lars Løkke Rasmussen dent á, at flokkur hansara framhaldandi er til reiðar at gerast partur av eini breiðari stjórn.
- Mette Frederiksen og eg hava í stóran mun tí somu fatanina av, hvørjar avbjóðingarnar í Danmark eru, sigur Lars Løkke Rasmussen sambært Danmarks Radio.
Síðan valkvøldið tann 1. novembur hevur Lars Løkke Rasmussen ikki gjørt nógv um seg í donsku miðlunum. Men klokkan 17:20 í dag verður hann at síggja í kjaksendingini “Lippert” hjá TV2.