Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, og kona hansara Sólrun, eru komin í óhepna støðu í donsku pressuni eftir at Ekstra Bladet í gjár skrivaði á framsíðuni, at Sólrun er koyrd úr starvi sum lærari á N. Zahles Gymnasium í Keypmannahavn, har hon undirvísir børnunum, sum ganga á kongaligu ballettini.
Søgan í Ekstra Bladet var ikki so nógv um sjálva uppsøgnina, men meira tað, at Sólrun hevði valt at hava mann sín, landsins forsætisráðharra, við sær sum hjásita til samrøðuna við rektaran á skúlanum, har hon skal hava fingið at vita, at hon ikki longur er í starvi.
Sigast skal beinanvegin, at tað ikki er váttað, at Sólrun er koyrd úr starvi. Men Ekstra Bladet sigur seg hava søguna frá fleiri vitandi keldum, sum tó vilja vera ónevndar. Rektarin á N. Zahles Gymnasium, Anne Birgitte Klange, hevur ikki ynskt at viðmerkja málið fyri blaðnum, tí talan er um eitt starvsfólkamál, ið ikki kemur almenninginum við.
Heldur ikki forsætisráðharrin hevur viljað gjørt viðmerkingar til Ekstra Bladet.
Ekstra Bladet vísir á tað heilt óvanliga í, at Sólrun ikki hevði eitt umboð fyri fakfelag sítt við á fundin við rektaran, men ístaðin valdi at koma við landsins leiðara, sum sostatt kundi leggja eitt órímiligt trýst á rektaran, sum tó – sambært Ekstra Bladet – ikki lat seg styggja av at hon sat framman fyri landsins ovasta leiðara, men valdi at geva forsætisráðharrafrúnni sekkin. Orsøkin skal vera samstarvstrupulleikar.
Kjak á Twitter
Málið tók eina heldur óvanliga vend í gjárkvøldið og í nátt, tá Lars Løkke Rasmussen fór út í eitt kjak á Twitter um innihaldið í greinini í Ekstra Bladet.
Tann, sum lokkaði Løkke í felluna var sjónvarpsverturin Signe Molde, sum leinkjaði greinina á Ekstra Bladet við hesum tekstinum: ”... Og prisen for de største nosser går til den kvindelige rektor på Zahles skole...”
Ein partur av Twitter kjakinum sæst á hesi greinini hjá Ekstra Bladet
Lars Løkke valdi at svara aftur: ”Så du tror også blindt på alt Poul Madsen skriver?” Poul Madsen er blaðstjórin á Ekstra Bladet, og her rør forsætisráðharrin framundir, at talan er um følsk tíðindi – fake news.
Fleiri onnur blanda seg, og royna at fáa Lars Løkke at greiða nærri frá, hvat er hent, men hann kveistrar øllum burtur. ”Hvilket møde? Er min kone blevet fyret?” skrivar hann.
Í einum svari á Twitter til Poul Madsen, har hann leinkjar forsíðugrein sína, skrivar Lars Løkke Rasmussen: ”Anede ikke, at min kone er blevet fyret...”
Poul Madsen, blaðstjóri, heldur í dag fast um rættleikan í tíðindunum. Við BT sigur hann í dag:
- Løkke skuldi verið farin til songar, heldur enn at rópa upp um ’fake news’ á náttartíð. Um okkurt er skeivt í greinini, so rætta vit tað sjálvandi. Men tað er fakta, at hann var við á fundinum, tá kona hansara varð søgd úr starvi, sigur Poul Madsen.