Lokalu byggifyritøkurnar eru grammari

Landsverk leggur seg eftir at bjóða lokalum fyritøkum við, tá smærri arbeiði skulu gerast um landið

Georg L. Petersen
4. januar 2017 kl. 14:55

Landsverk leggur seg eftir at bjóða lokalum fyritøkum við, tá smærri arbeiði skulu gerast um landið. Tá tað kemur til størri verkætlanir eru tað ofta tær størru lokalu fyritøkurnar, sum eru grammari enn aðrar og tí enda við at fáa arbeiðini

- Tá vit tosa um smærri verkætlanir, eru tær ofta millum eina og tvær milliónir krónur, og tá hava vit lagt okkum eftir at fáa tær smáu fyritøkurnar í økinum við í útbjóðingina. Hetta er eisini eitt politiskt ynski, sum vit mugu taka atlit til. Annars gera vit ikki mun á fyritøkum, tá størri arbeiði verða boðin út, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk.

Verður hugt eftir teimum stóru verkætlanunum hjá Landsverk so sæst, at tað sum oftast eru fyritøkur úr lokaløkjunum, sum standa fyri høvuðsarbeiðstøkunum.

Í blaðnum seinast nevndu við Glasir, Kringvarp Føroya, Skansapakkhúsið, Sambýli til sálarsjúk og Biskupsgarð sum verkætlanir í Havn, sum allar endaðu hjá fyritøkum í Tórshavnar kommunu.

Fóru vit til Klaksvíkar var støðan tann sama, tá Tekniski Skúli skuldi útbyggjast og vardir bústaðir byggjast. Miðnámsskúlin á Kambsdali endaði hjá fyritøku í Fuglafirði, Suðuroyar Sjúkrahús hjá fyritøku í Froðba, og Depil til fjølbrekað í Runavík endaði hjá fyritøku í Runavík.

Sambært Ewaldi Kjølbro er hetta ikki úrslit av einum tilvitaðum útboðspolitikki hjá Landsverk.

- Hetta er meira eitt úrslit av, at lokalu fyritøkurnar eru aggressivari eftir arbeiðnum, sigur Ewald Kjølbro.