Hvat verða pengarnir, sum verður játtað til Almannaverkið, brúktir til. Tað vil Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hava greiði á.
Tí hevur hann biðið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, greiða frá, hvussu pengarnir í Almannaverkinum verða brúktir.
Í hesum sambandi vil hann hava at vita, hvussu nógv umsitingin kostar, og hvussu nógv heimahjálpir, pedagogar og tey, sum annars arbeiða beinleiðis við fólki, kosta.
Og hann vil hava tølini fyri hesi seinastu 15 árini, frá 2010 til í ár fyri hvørji virkisøki sær, bæði stovnar, og øki í landinum.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv fólk arbeiða í umsitingini í Almannaverkinum og hvussu nógv arbeiða beinleiðis við teimum brúkarum, sum Almannaverkið hevur.
Somuleiðis vil hann hava at vita, hvussu tað gongur at nøkta tørvin á starvsfólki, og hvussu útlitini eru framyvir. Og alt hetta vil hann hava sett upp ímóti talinum á brúkarum, veitingum og tænastum hjá Almannaverkinum.
Hann vísir eisini á, at hesi seinastu 10 árini eru útreiðslurnar til fyrisiting, leigu, og annað, tvífaldaðar, og nú eru tær 630 milliónir.
Johan Dahl sipar til, at tað frættist ofta, at peningur er ikki er til taks til ymsar tænastu til brúkarar, ella til tær heitu hendurnar á teimum, sum hava beinleiðis við brúkararnar at gera.
– Men samstundis síggja vit, at fyrisitingin hjá Almannaverkinum veksur skjótt og ógvusliga, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tað eru ov nógvar leiðslur og at hetta kann føra við sær, at skipanin gerst stirvin við teirri avleiðing, at tær heitu hendurnar støðast illa.
– Útreiðslurnar á almannaøkinum eru vaksnar nógv seinastu árini. Spurningurin er nú, hvussu vit klára at fíggja hetta økið í framtíðini, og hvussu vit tryggja, at vit fáa sum mest fyri pengarnar - og hvussu vit tryggja, at jattanir í mest møguligan mun fara til at loysa kjarnuuppgávur, sigur Johan Dahl.