Tað er púra klikkað at gera tunnil til Fámjins. So bersøgin er Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi.
Á løgtingsfundi í gjár viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um at játta 33 milliónir til Fámjinstunnilin fyri at fáa hann lidnan, so at hann tilsamans fer at kosta 285 milliónir
Upprunaliga varð mett, at hann fór at kosta góðar 160 milliónir, men tað var skjótt greitt, at fjallið varð so ringt at bora í at tað fór ikki at halda. Sostatt varð játtanin fyrst hækkað upp í 207 milliónir, men stutt eftir varð hon hækkað upp í 252 milliónir.
Orsøkin er, at fjallið er so leyst, at tríggjar ferðir eru stórar nøgdir av grótið rapaðar undan loftinum.
Onkuntíð varð var talan um 50 metrar av tunli, sum rapaði undan loftinum, og opið upp undir loftið var upp í 20 metrar. Tað sigur eitt sindur um hvussu trupult arbeiðið hevur verið, og hvussu nógv grót rapaði.
Tað elvdi til nógvar seinkingar, umframt at tunnilin skal tryggjast óvanliga væl.
Og síðani hann er boraður ígjøgnum, og einki óvæntað fer at henda afturat, er endaliga roknistykkið gjørt upp so nú er greitt, at 33 milliónir mugu játtast afturat til endamálið so at endaligi kostnaðurin verður 285 milliónir.
Í Løgtinginum er full semja um at játta upphæddina, so at tunnilin verður liðugur og kann takast í brúk.
Tað eru kortini ikki øll, sum taka undir við hesum og ein av teimum er Erling Eidesgaard úr Tjóðveldið.
– Vit hava nógv svaklig hol í Føroyum, men hetta mann vera tað svakligasta av øllum, sigur hann um Fámjinstunnilin.
Hann sigur, at fyri tað fyrsta høvdu fámjiningar ein fínan veg og tað veit hann, tí sjálvur hevur hann koyrt nógv har.
Hann ásannar kortini, at har er nógvur vindur viðhvørt so at tað ikki er koyrandi ein dag triðja hvørt ár.
Og sigur hann, at harafturat er tunnilin boraður heilt uppi undir Skarðinum, so bilar skulu langt niðan í hagan, áðrenn teir sleppa í tunnilin.
– Og fyri tað triðja hava tey valt eina púra svakliga linjuføring. Hví skal eg ikki gera meg klókan upp á, men sum eg havi skilt, er tað neyvan Landsverk, sum einsamallur hevur skyldina av tí, tí har hevur verið tíðarneyð og alt møguligt annað, segði hann.
Hann heldur, at Fámjinstunnilin kann standa sum ein minnisvarði yvir, hvussu ør vit kunnu vera.
So hann heldur, at tá ið tunnilin er liðugur og árstalið verður skrivað á tunnilsmunnan, sum vanligt, kundu vit lagt afturat, at hetta er til minnis um svakligasta holið í Føroya søgu.
Kortini tekur hann undir við at játta 33 milliónir afturat til tunnilin, tí hann heldur, at tað slepst ikki uttan um at gera tunnilin lidnan. Ella sum hann tók til á tingsins røðarapalli: Tað er ov seint at halda um endan tá ið vindurin er sleptur.
Í vár segði Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, at undir seinastu samgongu løgdu politikar hart trýst á fyri at fáa tunnilin gjørdan. Og tað er kanska tað, vit nú rinda prísin fyri.
– Kanska skuldi vit havt givið okkum eitt sindur betri tíð fyri at kanna, um tunnilin ikki hevði ligið betri við eini aðrari linjuføring, segði landsstýrismaðurin.