Løgtingsmaður dyrgir eftir at fáa forboð fyri børn og ung 

Nú vil hann hava at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at gera nakað við tað

Áki Bertholdsen
3. august 2024 kl. 11:12

Er nøkur ætlan um at seta forboð fyri at selja orkudrykkir til børn og ung? Tað er spurningurin, Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin nú vil hava greiði á frá landsstýrinum.

Í hesum sambandi hevur hann spurt Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um hon hevur gjørt sær nakrar tankar um hetta.

Tí spyr hann landsstýriskvinnuna hvat hon heldur um at børn og ung drekka orkudrykkir og um hon fer at seta nøkur tiltøk í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.

Samstundis spyr hann um nøkur ætlan er um at gera tað forboðið at selja orkudrykkir til børn og ung undir 18 ár, ella kanska 16 ár.  

– Orkudrykkir eru komnir í andglettin í fleiri londum í Evropa, staðfestir tingmaðurin fyri Miðflokkin.  Hann vísir á, at Pólland, Estland, Rumenia, Litava og Lettland eru nøkur lond, sum hava bannað orkudrykkjum til børn undir 18 ár. 

– Í Noregi er tað bannað at selja orkudrykkir til børn undir 16 ár og í Stóra Bretland og Ungarn, verður eisini arbeitt við hesum málinum, sigur hann. 

Nøkur av hjáárinunum av at drekka ov nógvar orkudrykkir, eru høvuðpína, magapína, hjartabankan, ringur svøvnur, angist og stress. 

Hann sigur, at orsøkin til tað er, at tað er so nógv koffein í orkudrykkum samanborið við vanliga sodavatn. 

– Kroppurin hjá einum barni er væl minni enn hjá einum vaksnum og tolir tí ikki líka stórar mongdir av koffein, sigur Steffan Klein Poulsen.

– Eitt nú sigur danski læknin, Thomas Krusenstjerna-Hafstrøm á barnadeildini á sjúkrahúsinum í Aarhus, at hann skilir ikki, at danir ikki hava gjørt nakað við hendan trupulleikan. 

Hann vísur á, at vit ikki kenna langtíðar hjáárini av at drekka nógvar orkudrykkir, ella av at fáa so koffein ímeðan ein stendur í vøkstri, sigur Steffan Klein Poulsen.