Í gjárkvøldið hava fleiri løgtingslimir fingið eini boð á sosialum miðlum og á telefon. Talan er um boð, sum kunnu uppfatast at vera hóttandi.
Boðini eru frá einum manni, sum býr í Danmark - men hann er ikki føroyingur.
Fleiri tilburðir eru meldaðir og løgreglan sigur, at talan er um ein mann, sum hevur sálarligar trupulleikar og hann er kendur í ymsum skipanum í Danmark.
Men løgreglan kannar málið fyri at vita, hvat býr undir og um hetta eru boð, sum kann skapa ótta, ella sum álvari kann vera í. Og enn er maðurin ikki handtikin.
Løgreglan hevur eisini boðað politiskur flokkunum frá, og hevur heitt á teir um at siga frá, fáa politikarar í teirra flokki slík boð.
Tað eru løgtingslmir, sum atkvøddu fyri uppskotinum um fría fosturtøku, sum eru hóttir. Løgreglan hevur ikki hug at útgreina hóttanirnar, men allir politikararnir, sum eru hóttir, hava fingið somu boð, sum kunnu uppfast sum ein óbeinleiðis hóttan eftir lívinum.
Løgreglan tekur málið í størsta álvara, tí hetta snýr seg bæði um tali- og skrivifrælsi, men talan er eisini um at hótta løgtingslimir.