Vit eiga at gera undirsjóvartunnil til allar útoyggjarnar. Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Í hesum sambandi hugsar hon ikki um vanligar undirsjóvartunlar til bilar, men um tunlar til tok at koyra ígjøgnum - eina metro.
Og nú hevur hon reist málið á Føroya Løgtingið, tí hon hevur biðið Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, greiða frá um hetta er nakað hann hugsar um.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at nú er nýggj tøkni tikin í brúk at bora tunlar við. Tað er ein teknikkur, sum kallast Earthgrid, har maskinan brennur seg ígjøgnum fjallið og tað ger tað nógvar ferðir bíligari at bora tunlar.
– Núverandi samband til útoyggjarnar er ikki tíðarhóskandi tí siglingin verður ofta avlýst ella ferjurnar eru seinkaðar, sigur hon.
– Vit hava siglt til útoyggjarnar í meir enn 100 ár. Lat okkum nú hugsa út um boksina og hugsa nýtt, sigur løgtingskvinnan.
Hon minnir á, at fleiri hildu tað vera ørskap at hugsa um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð.
– Hesar ætlanir vístu seg hinvegin at gerast sólskinssøgur. Kanska ein metro kann bjarga bygdunum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Tað nýggjasta í arbeiðnum at bøta um ferðasambandið til útoyggjarnar, eru ætlanir at byggja havnir og ferjuskráar, og ein ætlan um at byggja fleiri nýggjar ferjur er løgd fram fyri løgtingsfólk fyri stuttum.
– Hesar verkætlanir fara at kosta samfelagnum nógvar milliónir krónur og hyggja vit bara eitt lítið sindur fram, skulu allar hesar havnir, skráar og ferjur, skiftast út einaferð - og so enn einaferð aftur um nøkur ár.
– Hyggja vit so bara eitt sindur inn í framtíðina, kunnu vit ikki vera serliga bjartskygd um veðrið. Veðurfrøðingar spáa, at veðrið fer at verða meir og meir ógvisligt, bæði hvat viðvíkur vindi, avfalli og hita og kulda - eisini um summarið.
– Hetta er kanska longu byrjað. Hetta merkir fleiri avlýsingar og seinkingar, óansæð gamlar ella nýggjar ferjur, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Hon heldur, at Uútoyggjarnar hava ikki brúk fyri bilasambandi og busssambandi á sama hátt sum tær størru oyggjarnar.
– Tí eiga vit at knýta útoyggjarnar uppí mehinøkið við eini metro og yetta er helst besta boðið uppá bygdamenning, og ger hetta Føroyar til eitt nútímans grønt ferðavinnuland, sigur Løgtingskvinnan.