Løgtingsfólk skulu kannast fyri korona

Formansskapurin hevur gjørt av, at løgtingsfólk, landsstýrisfólk, umsiting og floksskrivarar skulu kannast, áðrenn tey sleppa inn í Løgtingið í dag. Seinast formansskapurin kravdi tað sama, var tó onkur, sum noktaði fyri at lata seg kanna

Ari av Rana
19. januar 2021 kl. 13:20

Tá løgtingsfundur verður settur kl. 13:30 í dag, skulu øll, sum eru inni í Løgtinginum, hava latið seg kannað fyri korona. Tað er formansskapurin, sum hevur sett øllum tingfólkum, landsstýrisfólkum, allari umsitingini og allar floksskrivarar hetta krav.

Løgtingið hevur gjørt avtalu við Thetis, um at koma í Løgtingið at gera kanningar. Um onkur teirra berst frá at luttaka í kanningunum hjá Thetis, sum verða gjørdar í dag millum 12.45 og 14.00, skulu hesi sjálvi syrgja fyri kanning aðrastaðni, áðrenn tey koma í Løgtingið.

 Øll lótu seg ikki kanna seinast

Hetta er ikki fyrstu ferð, at formansskapurin í Løgtinginum krevur at hesi lata seg kanna. Men tá vóru ikki øll, sum vildu eftirlíka kravinum hjá formansskapinum.

Beinta Løwe í Tjóðveldinum vildi ikki lata seg kanna. Tann 8. desember segði hon við Kringvarpið, at Løgtingið sum lóggevari ikki kann seta krøv, har tað er ivasamt um lógarheimild er til staðar. Hon segði at hetta máar undan fólkaræðinum og rættarsamfelagnum, tí at um Løgtingið kann tað, so kunnu øll onnur í samfelagnum gera tað sama. Beinta Løwe legði tá dent á, at tað er umráðandi at fólk lata seg kanna, men at tað er korona vit eiga at basa, ikki rættarsamfelagið.

Vit hava sett okkum í samband við Beintu Løwe, um at fáa viðmerking um hvør hennara støða er í dag, nú løgtingsfólk og onnur aftur skulu lata seg kanna, men hon ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið.