Ongi úrslit

Løgtingið vitjaði á felagnum: Avbjóðingin er bæði átrokandi og ítøkiligur

Avbjóðingin við at fáa ófaklærd at útbúgva seg sum heilsuhjálpara er bæði konkret og átrokandi, og tí var tað sera jaligt at fáa politiska myndugleikan í talu

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum
18. februar 2025 kl. 13:16

Í dag vitjaðu løgtingslimir úr flestu politisku flokkunum Heilsuhjálparafelag Føroya. Felagið hevði boðið teimum til ein fund um løn undir útbúgving, eitt mál sum felagið hevur arbeitt við í yvir 6 ár, men sum nú er um at vera koyrt ígjøgnum uttan at okkara limir verða tiknir við. 

Heilsuhjálparafelag Føroya reisti spurningin fyrstu ferð, á fundi við Anniku Olsen og Jógvan Skorheim táverandi  borgarstjórar í Tórshavnar- og Klaksvík kommunum og táverandi landsstýrismann, Jenis av Rana.

Síðani hevur Heilsuhjálparafelagið arbeitt miðvíst við málinum og verið á nógvum fundum við politiska myndugleikan hesum viðvíkjandi. Úrslitið var, at málið kom í samgonguskjalið, og nakrar milliónir vórðu játtaðar á fíggjarlógini.

Ein arbeiðsbólkur uttanum Heilsuhjálparafelagið kom til ta niðurstøðu, at tørvurin er størstur á fleiri útbúnum heilsurøktarum, orsakað av, at kompleksiteturin í heilsurøktini er øktur sera nógv seinnu árini - heldur enn fleiri heilsuhjálparum.

Á einum øki har heilsuhjálparar eru nógv størsti fakbólkur, er hetta ein undrunarverd niðurstøða, serliga tá mest sum allir heilsurøktarar hava verið ígjøgnum eina útbúgving sum heilsuhjálparar. 

Eingin ivi er um, at heilsurøktarar somuleiðis hava tørv á løn undir útbúgving. Men tørvurin á heilsuhjálparum er enn meira átrokandi á einum øki, har alsamt fleiri eldri hava tørv á heilsuhjálp. 

Avbjóðingin við at fáa ófaklærd at útbúgva seg sum heilsuhjálpara er bæði konkret og átrokandi, og tí var tað sera jaligt at fáa politiska myndugleikan í talu. 

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

15 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49