Løgtingið skal taka støðu til felagsforeldramyndugleika

Eitt av málunum, sum Løgtingið skal taka støðu til í dag, er um foreldrini skulu hava felagsforeldramyndugleika, hóast tey ikki eru gift.

Ari av Rana
19. januar 2021 kl. 12:02

Løgtingið kemur saman í dag kl. 13:30. Eitt av málunum, sum er á skránni í dag, er uppskot hjá andstøðumanninum Bjarna Hammer, um felagsforeldramyndugleika.

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið um lógarbroytingina stendur, at tá eitt barn verður føtt í dag, hava bæði foreldur foreldramyndugleika, um foreldrini eru gift. Eru foreldrini ikki gift, hevur mamman einsamøll foreldramyndugleikan. Tá skal hon taka aktiva avgerð um at lata pápanum foreldramyndugleika. Hetta sigur Bjarni Hammer møguliga kann eggja til óneyðuga ósemju millum foreldrini.

Tinglimurin úr Javnaðarflokkinum heldur, at tað eigur at verða ein sjálvfylgja, at bæði foreldur at nýfødda barninum hava foreldramyndugleika á barninum. Hann vísir eisini á, at foreldur, sum ættleiða hava felagsforeldramyndugleika, uttan mun til um tey eru gift ella ikki.

Bjarni Hammer skrivar í almennu viðmerkingunum til uppskotið, at bæði foreldur eiga at verða javnt stillað, og at øll børn sum útgangsstøði eiga at hava rætt til bæði foreldur við føðing.

Rætturin eigur at kunna áleggja felgasforeldramyndugleika

Bjarni Hammer vísir eisini á, at rætturin í Føroyum ikki kann áleggja felagsforeldramyndugleika, eins og gjørligt er í grannalondum okkara. Rætturin kann einans áleggja øðrum foreldrinum foreldramyndugleikan í tílíkum málum.

Lógaruppskotið skal, umframt at tryggja barninum rætt til bæði foreldur, uttan mun til um foreldrini eru gift ella ikki, eisini tryggja javnrættindini til bæði foreldur.