Í hesum døgum er spurningurin um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum til viðgerar.
Og tað verður ein rættiliga avgerandi viðgerð fyri okkara støðu í Norðurlandaráðnum framyvir.
Føroyskir politikarar hava mist tolið við Norðurlandaráðnum. Hesi seinastu 50 árini ella so, hava føroyingar roynt at verða fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum, men enn hevur tað ikki borið á mál.
Norðurlandaráðið er fyri sjálvstøðug lond og tí sleppa Føroyar, Grønland og Áland, ikki at vera limir.
Beint nú er tað serliga Svøríki, sum ikki vil vita av, at Føroyar, Grønland og Áland verða fullgildigugir limur í Norðurlandaráðnum.
Grønlendingar eru í somu støðu sum vit, men nú hevur stjórnin í Grønlandi tikið avleiðingar av støðuni og hava boðað frá, at fyribils fara tey at melda seg úr norðurlendska samstarvinum.
Tá ið løgtingið umrøddi málið áðrenn summarferiuna, varð tað einmælt samtykt, at nú skulu eisini vit í Føroyum umhugsa okkara støðu í Norðurlandaráðnum.
Tað er margháttligt, at vit verða viðfarin og niðurgjørd á tílíkan hátt og tað eiga vit ikki at finna okkum í, sigur eitt samt Løgting.
Og í skjalinum, Løgtingið hevur samtykt, stendur: Nokk er nokk. Ein er tíðin at dansa, og ein er tíðin at gera upp við okkum sjálvi, um vit tíma at halda fram í hesum ivasama felagsskapinum.
– Føroyar mugu umhugsa sína støðu í Norðurlandaráðnum og taka avgerð, um Føroyar framhaldandi skulu verða ein partur av tí, heldur Løgtingið.
Í farnu viku var Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður á økinum, á fundi við ráðharrarnar úr hinum norðurlondunum og tá gjørdi hann enn einaferð vart við, at Føroyar ikki eru nøgdsar við støðuna. Hann gjørdi eisini greitt, at føroyingar vilja hava at vita, um broytingar verða gjørdar so at Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa fullan limaskap.
Og í hesum døgum er fundur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum í Íslandi, har eisini Johan Dahl er við.
Tá ið Løgtingið umrøddi málið, var hann serstakliga avgjørdur. Meiri um tað um eina løtu.