Løgregluovasti fyri Norðursæland: Okkara starvsfólk skulu ikki koppsetast áðrenn hini

Løgreglufólk í Hillerød blivu koppsett av koppingarevni, sum annars skuldi í skrell. Nú hevur løgregluleiðslan boðað frá, at hetta ikki hendir aftur

Sigurjón Einarsson
6. mars 2021 kl. 16:30

Á eini koppingarstøð í Hillerød valdu starvsfólkini at geva skamtar, ið annars skuldu fara í skrell, til løgreglufólk á eini løgreglustøð nærhendis, men tað er ikki fallið í góða jørð hjá løgregluleiðsluni í Norðursælandi, at løgreglufólkini vórðu koppsett.

Starvsfólkini á koppingarstøðini hildu seg annars hava handlað í góðari trúgv, tí løgreglufólk eisini eru eitt slag av starvsfólki, ið eru á frontlinjuni í sínum arbeiði, sigur sjúkrahúsleiðslan í Hillerød í eini fráboðan.

Men tað gongur ikki, hevur leiðslan fyri løgregluna í Norðursælandi nú lagt dýran við.

- Vit hava gjørt eina meting av, hvør av okkara starvsfólkum, sum í upprunastøði í teirra embæti er í bólkinum av starvsfólki, ið arbeiða við fólki, sum eru í vandabólkinum, so halda vit grundleggjandi, at koppsetan av okkara starvsfólki skal henda í rættari raðfylgju, og ikki á tílíkan tilvildarligan hátt, sigur løgregluovastin fyri løgregluna í Norðursælandi, Jens-Christian Bülow.