Hetta vikuskiftið er bátastevna í Vestmanna. Tey tjóvstartaðu longu hósdagin, men tað er í dag, at hon byrjar av álvara, og í tí sambandi stevnir eitt stórt tal á bátum inn á Vestmanna seinnapartin í dag.
Løgreglan sigur, at tey fara eisini at vera til staðar á bátastevnuni. Í tí sambandi verður løgreglubáturin, Óðin, mannaður og hann fer at vera til staðar í Vestmanna.
Har fara løgreglufólk at ganga ímillum bátastevnufólki, men tey fara eisini at stima runt á fjørðinum at ansa eftir, at alt fer regluliga fram.
Tey verða eisini til staðar við Óðini tá ið bátastevnan endar, og bátarnir fara av Vestmanna aftur.
Løgreglan sigur, at tey fara eisini at kanna bátsmanningar fyri at vita um alt er eftir forskriftunum. Í tí sambandi minnir løgreglan á, at tað er ólógligt at sigla við kenning, akkurát sum at tað er ólógligt at koyra bil við kenning.
Revsingin verður ásett eftir promilluni, akkurát sum rúsdrekkakoyring. Er promillan ikki so høg, er bótin en mánaðarløn eftir skatt, faldað við promilluna, men er promillan hægri, kann talan eisini verða um fongsulsrevsing.
Annars eru samarittarnir væl mannaðir á bátastevnuni og eru til reiðar at hjálpa, skuldi nakað verði. Teir halda til á Havnarskrivstovuni.