Løgreglan var mannsterk á flogvøllinum í gjár

Fótbóltsfjeppararnir úr Kroatia, sum skuldu av landinum, vórðu mansuppdekkaðir á flogvøllinum

Áki Bertholdsen
3. august 2024 kl. 10:15

Sum vit áður hava skrivað, hava kroatiskir fótbóltsfjepparar herjað í Havnini hesar seinastu dagarnar í sambandi við dystin ímillum Hajduk Split og HB.

Í gjár skuldu einir 70-80 av teimum av landinum aftur og teir fyltu eisini nógv á flogvøllinum. Og á flogvøllinum føldu tey, at støðan var so ótrygg, at tey sendu boð eftir løgregluni.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi var løgreglan mannsterk á flogvøllinum í fleiri tímar í gjár fyri at mansuppdekkað kroatarnar og fyri at tryggja lóg og landaskil.

Men løgreglan sigur, at tað gekk væl og tað var ikki tekin um, at tað fór at vinda upp á seg og enda við bardaga.

Tað einasta sum hendi, var, at onkur veggur var meiggjaður út við spraymáling, men annars gekk tað væl at fáa teir av landinum aftur.

Løgreglan sigur, at nú eru bara nakrir heilt fáir kroatar eftir.

Hóast at fleiri av kroatunum bóru seg at sum vittuggi, var var ein av teimum handtikin og tað var fyri at tveita eina fløsku á vegin, har hann mundi rakt fólk.

Hann var rættiliga drukkin og varð settur í brummuna at sova. Løgreglan sigur, at hann fekk 3.000 krónur í bót, sum hann rindaði, áðrenn hann varð sleptur út aftur í gjár - og tá var hann friðarligur og góður at hava við at gera.

Ein annar maður - ein føroyingur fekk eisini bót fyri at bóta skilhaldsreglurnar, tí hann var so ólátaður og óbehagiligur á eini venjingarmiðstøð í Havn, at tey ringdu eftir løgregluni.