Í gjár varð løgreglan á ferð í Havnini við tí endamáli at kanna prutl. Nógv prutl vórðu kannað, men støðan var á heilt góðari leið. Løgreglan fekk tók eitt prutl. sum var í so ringum standi, at tey tóku pláturnar av tí á staðnum. Tey fingu tvey onnur prutl, sum vóru tunað so at tey koyrdu skjótari enn loyvt er.
Í slíkum førum plaga tey at taka pláturnar av teimum, og eigarin fær tær ikki aftur, fyrr enn prutlið hevur verið til sýn á Akstovuni og tað er váttað, at tað er í lóglinum standi.
Løgreglan sigur, at tað er javnan og savnan, at tey fáa klagur um prutl. í allarflestu førum eru tað dreingir, sum koyra runt á prutli, og serliga er tað um næturnar, at fólk klaga um, at tey fáa ikki náttarfrið.
Men løgreglan sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum er ringur at basa, tí tey, sum koyra prutl, fylgja við, so tá ið løgreglan nærkast, eru tey sloppin sær til rýmingar - ofta við sløktum lyktum.
Løgreglan heldir, at tí hevur tað avgerandi týdning, at foreldur eru við í arbeiðnum at koma hesum trupulleikum til lívs og at tey fylgja við í, hvat børnini havast at.