Løgreglan tók fýra prutl - koyrdu alt ov skjótt
Pláturnar vórðu tiknar og foreldrini fingu boð um støðuna
Áki Bertholdsen
9. oktober 2024 kl. 08:02
Eina løtu í gjár var løgreglan í Havn á ferð við tí endamáli at kanna prutl. Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at prutl eru til ampa, og at tey eru útborað, og tunað, so at tey koyra skjótari enn loyvt er.
Løgreglan sigur, at upp á eina løtu tóku tey fýra prutl og tey koyrdu alt ov skjótt, ímillum 60 og 70 kilometrar um tíman, ella pupult so skjótt, og meiri, enn tað, tey hava lov at koyra.
Prutlførararnir vóru allir blaðungir dreingir. Løgreglan sigur, at í slíkum førum verða pláturnar tiknar og teir fáa ikki pláturnar aftur fyrr enn prutlið hevur verið á Akstovuni og er góðkent at vera í lógligum standi.
Samstundis hava foreldrini fingið boð um støðuna.