Løgreglan tók átta bilførarar – hjá fleiri er tað álvarsligt

Løgreglan gjørdi nógv burtur úr at kanna ferðsluna

Áki Bertholdsen
29. september 2023 kl. 08:45

Í gjár gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna - og tað var ikki til fánýtis, tí tey tóku fleiri bilførarar. 

Og hjá summum at teimum er talan um álvarslig brot á lógina.

Í hesum sambandi kannaði løgreglan ferðsluna við norðara munnan á Kollafjarðartunlinum, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Men afturfyri koyrdu teir so mikið skjótt at umframt eina bót upp á 1.500 krónur í part, fáa teir eisini klipp í koyrikortið.

Har er loyvt at koyra 80, men teir koyrdu allir tríggir ímillum 102 og 103 kilometrar um tíman. Løgreglan heldur kortini, at tað er væl sloppið, at bara tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt, tí har er nógv ferðsla. 

Løgreglan kannaði eisini ferðsluna á Marknagilsvegnum, og har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra 76 og 79 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50. Umframt tað, fáa teir eina bót upp á 3.000 krónur í part.

Og í Leirvík, har tað er loyvt at koyra 50, varð ein bilførari tikin fyri at koyra heili 85 kilometrar um tíman, so hann missut koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má taka tað av nýggjum, annars missur hann tað heilt. Afturat tí fær hann eina bót upp á 3.500 krónur.

Og hóast tað var ein vanligur hósdagur í gjár, vórðu eisini tveir bilførarir tiknir fyri at koyra við kenning. 

Í tí eina førinum var bilurin steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, men í hinum førinum vóru tað fólk, sum ringdu at melda bilføraran, tí koyringarlagið var so óstøðugt, at tey høvdu illgruna um, at hann hevði kenning - og rætt var.