Løgreglan skrivaði fleiri bilførarar upp í gjár

Hjá summum varð hetta ein dýr søga

Áki Bertholdsen
20. februar 2025 kl. 08:25

Í gjár gjørdi løgreglan fleiri ferðslukanningar ymsastaðni á meginøkinum. Longu tíðliga fyrrapartin í gjár vóru tey í Kollafjørði har tey stóðu við bergholsmunnan, har er loyvi at koyra 80, og har vórðu tveir bilførarar tiknir.

Bilførarin á einum lastbili fekk bót, og klipp í koyrikortið, fyri at koyra 89 kilometrar um tíman, hann hevur annars bara loyvi at koyra 70. Og ein annar bilførari fekk somuleiðis bót og klipp í koyrikortið fyri at fara út um hindrunarstrikuna undir eini yvirháling.

Eftir døgurða varð løgreglan í Havnargøtu og kannaði ferðsluna. Tað er strekkið mitt í Havnini ímillum Kongabrúnna og Skansan.

Har vórðu einir 80 bilar steðgaðir og løgreglan sigur, at sjey av teimum fingu bót - og onkur fekk eisini klipp í koyrikortið.

Tveir bilførarar fingu 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu

Ein bilførari fekk somuleiðis 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at hava eitt barn í bilinum, uttan at spenna tað fast eftir forskriftunum.

Somuleiðis varð ein skrivaður upp, tí perur vóru brostnar, og tveir bilar koyrdu við uppslitnum dekkum, og tað fáa teir somuleiðis bót fyri.

Og so hendi eitt ferðsluóhapp á krossinum ímillum Marknagilsvegin og Landavegin, har ein bilur, sum kom út av Landavegnum, ikki helt víkiskylduna og bar við ein bil, sum kom suðureftir Marknagilsvegum.

Bilførarin, sum ikki helt víkiskylduna fær minst eitt klipp í koyrikortið. Men tá ið tað elvir til samanstoyt, verður aloftast lagt upp til, at bilførarin skal missa koyrikortið, hóast skaðin, sum í hesum førum, var rættiliga lítil.

Nú skal so ein heildarmeting gerast, áðrenn ein støða verður tikin.