Tað var dramatiskt í Havn um náttúrðatíð, tá ið løgreglan leitaði eftir einum manni, sum hevði framt herverk inni á einum hotelli í Havn.
Løgreglan segði ein maður hevði roynt at sparka eina kamarshurð ígjøgnum, men so rýmdi hann av staðnum í bili.
Løgreglan visti ikki, hvagar hann var farin, men eina lítla løtu seinni verður ringt at melda, at ein hevur koyrt á ein annan bil. Tað var ein bilur, sum koyrdi øvugtan veg á einum einsrættaðum vegi og trokaði seg ígjøgnum ferðluna og rendi á ein bil á vegnum.
Tað var sami bilur, herverksmaðurin var rýmdur í, so løgreglan fór eftir honum. Eftir at hava koyrt við nógvari ferð ígjøgnum Havnina í nakrar fáar minuttir, eydnaðist tað løgregluni at steðga honum í Gundadali og at handtaka mannin. Men løgreglan gjørdi skjótt av, tí tað tók bara fýra minuttir frá tí at løgreglan fór at koyra eftir honum, til tað hevði eydnast at steðga honum. Fyrst royndu tey eina ferð at koyra fyri hann, men tá kláraði hann at smoyggja sær uttan um, men aðru ferð slapp hann ikki fram við løgregluni.
Umframt at koyra við skilaleysari ferð, hevði hann eisini koyrt ígjøgnum ein krossveg, hóast hann hevði reytt ljós.
Løgreglan sigur, at handtøkan var dramatiskt, tí maðurin bardust ímóti. Hann var so ringur at fáast við, at løgreglan mátti brúka piparspray fyri at sissa hann og tá eydnaðist at fáa hann handtiknan.
Og hetta verður honum ein dýr søga.
Løgreglan sigur, at umframt at verða skuldsettur fyri herverk, er hann skuldsettur fyri skilaleysa koyring, fyri at koyra hóast hann hevði reytt ljós, fyri at rýma undan løgregluni, fyri at gera mótstøðu tá ið hann varð handtikin og fyri harðskap ímóti tænastumanni sum er til arbeiðis,
Løgreglan sigur, at talan er um ein tilkomnan mann í fýratiárinum og tá ið hann varð handikin, varð hann lagdur í brummuna.
Blóðroynd er tikin av honum fyri at vita um hann var ávirkaður av nøkrum. Nú í morgun skal hann so avhoyrast, og so verður hann leyslatin aftur til málið verður viðgjørt í rættinum.