Løgreglan leitar nú eftir vitnum til harðskap, sum er hendur í miðbýnum í Havn. Harðskapurin er hendur í Niels Finsensgøtu, beint uttan fyri handilin hjá Guðrun & Guðrun.
Hetta var klokkan 4.45 í gjáramorgunin, beint eftir at skeinkistøðini lukkaðu.
Tað var eitt øgiligt fólk í býnum og um tað tíðina settu fólk seg í sambandi við løgregluna at ávara tey um, at fólk vóru komin til ilnar og tey ivaðist ikki í, at tað fór at enda við harðskapi.
Løgreglan sigur, at tvey fólk hava fingið snuddir. Men tey hava ikki fingið greiði á, akkurat hvat tað er, sum er farið fram og tí sóknast tey nú eftir vitnum til hendingina
So er tað onkur, sum hevur sæð tað, sum fór fram, eru tey vælkomin at siga frá, sigur løgreglan.