Løgreglan leitar eftir hesum manninum

Tað er í samband við innbrot í Listaskálanum í nátt

Áki Bertholdsen
12. januar 2024 kl. 18:08

Síðstu nátt varð innbrot á Listaskálanum í Havn. Tað hendi eftir at ein tjóvur breyt ein rút og smoygdu sær inn á Listaskálan.

Tað eydnaðist eisini at taka nakrar málningar niður av bróstinum, men alarmurin fór frá niðri hjá løgregluni so tey fóru á staðið.

Tá ið løgreglan kom fram var tjóvurin horvin, men løgreglan hevur tryggjað sær ymiskt tekniskt prógv.

Eitt nú eru vakmyndatól í Listaskálanum og tað hevur tikið hesar myndirnar av tjóvinum.

Og nú almannakunngerð løgreglan myndirnar og heitir á fólk, sum kennast við hann, um at siga frá.

Einki var stolið, men løgreglan tekur tað kortini í størsta álvara, tí í Listaskálanum er ein stórur partur av okkara mentanararvi, so tað er álvarsligt tá ið nakar roynir at bróta inn.