Løgreglan kannar tvey herverk í Havn

- Tey halda, at annað er uppklárað

Áki Bertholdsen
7. mai 2024 kl. 07:46

Í gjár varð tvær ferðir ringt til løgregluna at boða frá herverk. Annað herverkið var nógv umrødda herverkið á løgtingshúsið, har politisk rakstrarróp til frama fyri Palestina, vórðu málað á veggirnar við reyðari máling.

Hitt herverkið var á einum skúla í Havn, har ein pulvursløkkjari varð tømdur inni í einum rúmi.

Løgreglan sigur, at talan var um eitt rúm har tað ikki var so nógv útgerð inni, so skaðin var ógvuliga avmarkaður.

Løgreglan sigur, at hesi bæði málini verða nú kannað. Herverkið á skúlanum halda tey seg hava uppklárað, men arbeitt verður víðari við tí.

Løgreglan sigur, at helst er talan um børn, ella heilt blaðung undir revsialdur - men tað vóru ikki børn, sum gingu á skúlanum.

Hinvegin vita tey einki um, hvør hevur framt herverkið á løgtingshúsið. Eingi vakmyndatól eru akkurát har, men tey kanna onnur vakmyndatól har um vegir fyri at vita um bøkur ábending fæst um, hvør hevur verið har á leiðini um náttina.