Árliga bátastevnan í Vestmanna var í gjár. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn segði í morgun, at nógv fólk vóru til staðar í Vestmanna, og at sum heild var friðarligt.
- Umframt okkum vóru eisini bjargingarfelag og samarittar til staðar. Tey gjørdu eitt stórt arbeiði, sum hevur rós uppiborið. Eisini fyriskipararnir av bátastevnuni hava rós uppiborið, fyri eitt so vælskipað tiltak, segði vaktleiðarin í morgun.
Hóast alt sum heild gekk friðarligt fyri seg, so endaðu tveir persónar í hornatøkum, har annar varð handtikin og endaði á løgreglustøðini.
- Hetta verður nú kannað sum harðskapsmál. Eitt annað mál úr Vestamanna verður eisini kannað, har ein persónur er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, segði vaktleiðarin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini legði afturat, at havandi í huga, hvussu nógv fólk vóru savnað í Vestmanna í gjárkvøldið og í nátt, so var tað eftir umstøðunum rímiliga friðarligt.