USA: FBI hevur váttað, at hon hevur funnið leivdir av Brian Laundrie í einum mýrilendi í Florida
Tað skrivar Fox News.
Brian Laundrie hevur verið eftirlýstur av løgregluni síðani september, tí illgruni var um, at hann hevði myrt unnustuna, Gabby Petito.
Sambært Fox News, so fann FBI leivdirnar saman við einari uppritsbók og einum ryggsekki, sum Brian Laundrie átti.
Tað er enn óvist, hvør deyðaorsøk er.
Meðan leitað hevur verið eftir Gabby Petito, hevur løgreglan funnið leivdir av ikki minni enn níggju øðrum líkum – í sakum, sum ikki eru uppkláraðar.
Her er ein lítil gjøgnumgongd av málinum, sum tekur upprunastøði í seinastu hendingini, tá leivdir av Brian Laundrie vóru funnar í einum mýrilendi í Florida í USA:
Nú er kanska ikki langt á mál, til gátuføra málið hjá Brian Laundrie og Gabby Petito verður endaliga avgreitt. Sambært CNN eru nakrar leivdir funnar í einum fríøki í Florida, USA, meira enn ein mánað eftir, at hann síðst varð sæddur heima hjá foreldrunum í North Port, Florida. Tá var Laundrie júst heimkomin einsamallur frá túrinum, har ið hann skuldi koyra USA runt við unnustuni hjá sær, Gabby Petito. Um hetta mundið var Petito horvið aftaná hon og Laundrie høvdu skeldast, og nógv skuldsettu tann unga Laundrie fyri at hava myrt Petito og so rýmt avstað/sloppið sær undan. Stutt eftir at hava komið heim, segði Laundrie við foreldrini hjá sær, at hann ætlaði sær at ganga túr í skóginum, men hann kom aldrin heim aftur.
Eina viku eftir, at Laundrie sjálvur hvarv, varð likamið hjá Gabby Petito, unnastuni hjá Laundrie, funnið. Petito og Laundrie ætlaðu at koyra USA runt saman og brúktu bæði YouTube og Instagram til at dokumentera túrin. Tann 2. juli fór parið úr New York, har sum tey búðu, og 12. august fekk løgreglan í Moab City í Utah boð um, at unga parið hevði verið í sera hørðum orðadrátti uttanfyri ein handil. Undir hendingini slóu tey bæði hvørt annað, og søgdu við politistarnar, sum komu á staðið, at tey høvdu skeldast ofta seinastu tíðina, tí tey vóru undir sera stórum trýsti at dokumentera frá ferðini, so tey fingu fígging til ferðina.
Nakrar dagar eftir hesa hending kom Laundrie heim til foreldrini hjá sær í Florida einsamallur tann 17. august. Sambært honum, so var ætlanin tá, at hann skuldi fáa fatur í nøkrum amboðum, áðrenn hann fór aftur fór til Petito í Utah, har Petito var, sambært honum. 23. august fór hann avstað aftur, men kom aftur til Florida eina viku seinni, og aftur hesa ferð kom hann einsamallur heimaftur. Nakrar dagar seinni segði Brian Laundrie við foreldrini hjá sær, at hann ætlaði sær at ganga ein túr, men hann kom aldrin aftur. Um hetta mundi varð hann eisini eftirlýstur av løgregluni – í samband við, at Gabby Petitio varð horvin, men eisini lokala løgreglan eftirlýsti Brian Laundrie, men tað var í samband við, at familja hansara hevði sent eina eftirlýsing, eftir at hann ikki var komin heimaftur.
Og nú, ein mánað eftir, hann síðst varð sæddur, eru nakrar leivdir av honum funnar, har ið hann segði seg ætla at ganga túr í september, Carlton Reserve í Myakkahatchee Creek Environmental Park. Hóast foreldrini hjá Laundrie upprunaliga noktaðu at samstarva við politiið um málið, var pápi hansara við, meðan leitað varð eftir honum, og tað var eisini pápi hansara, ið var tann fyrsti at finna fram til okkurt, sum Laundrie upprunaliga átti. Foreldrini hjá Laundrie vóru sostatt til staðar, tá leivdir av honum vórðu funnar.
Søgan hevur annars fingið nógv uppmerksemi, bæði í USA og aðrastaðni. Nógv hava fylgt við á netinum, sum søgan mentist, og nú tykist endi verið komið í hesari heldur margháttligu sakini, har løgreglan eisini hevur funnið leivdir av ikki minni enn níggju øðrum líkum – í sakum, sum ikki eru uppkláraðar.
Ferðin hjá teimum byrjaði annars friðsæl við hesum videobrotinum: