Løgreglan í Trier: Eingin tekin eru um fleiri hóttanir

Minst tvey fólk eru deyð, og fleiri eru komin til skaða, eftir ein bilur koyrdi á fólk á gongugøtuni í týska býnum, Trier í Rheinland-Pfalz

Sigurjón Einarsson
1. desember 2020 kl. 16:55

Bilførarin av bilinum er ein 51-ára gamal týskur maður úr Trier-Saarburg umráðnum í vestara parti av Rheinland-Pfalz. Hann er handtikin, upplýsir týska løgreglan.

Enn er óvist, hví handtikni maðurin valdi at koyra á mannamúgvuna, men løgreglan kannar málið.

Týska Bild skrivar, at minst 10 fólk eru særd, meðan lokala blaðið, Volksfreund Trier, sigur, at fýra fólk eru deyð í hendingini – harímillum er eisini eitt barn, ið hevur mist lívið.

Løgreglan biður eisini fólk halda seg burtur frá miðbýnum í týska býnum.

Gongugøtan er enn stongd, men tað eru ikki ábendingar um, at tað er ótrygt at ferðast í býnum, upplýsir týska løgreglan á Twitter.