Norska løgreglan hevur váttað, at hon hevur funnið líkið av 15 mánaðar gamla Artin, sum druknaði í Ermasundið í oktober.
Artin var saman við familjuni á veg tvørtur um Ermasund við kós móti Onglandi, tá báturin sakk. Artin og familjan vóru iranskir kurdar, og líkið eftir Artin verður nú flogið aftur til Iran.
Norska løgreglan sigur sambært BBC, at líkið varð funnið nærhendis Karmoy av tveimum løgreglumonnum nýggjársdag, men at einki pinkubarn var horvið í Norra.
Draktin, ið Artin var í, var heldur ikki av nøkrum norskum merki, ið hetta gav ábendingar um, at talan var ikki um eitt norskt barn.
Við hjálp av DNA kanningum kundi staðfestast, at talan var um Artin.
Báturin, ið familjan hjá Artin var umborð, sakk í Ermasundi 27. oktober í fjør, og bæði foreldur og systir hjá Artin, umframt Artin sjálvur, druknaðu. Fimtan onnur vórðu flutt á sjúkrahús, og kanning varð sett í verk av franska ákæranum.