72 ára gamli, bosniski-kroatiski, Slobodan Praljak, bleiv í gjár dømdur 20 ára fongsulsrevsing, fyri krígsbrotsmál undir Balkan-krígnum í nítiárunum. Praljak var generalur í bosnisk-kroatisku deildunum og var hann ákærdur av krígsbrotsmannadómstólinum í Haag, at hava framt harðrend krígsbrotsverk.
Serliga vísir dómstólurin á, at Praljak ikki gjørdi royndir at steðga hermonnum sínum at fara eftir bosniskum muslimum í 1993. Harafturat gjørdi hann ikki royndir at steðga morðætlanum ella álopum á limir í altjóða felagsskapum.
Slobodan Praljak fekk í gjár dómin í krígsbrotsmannadómstólinum í Haag, og ljóðaði hann uppá 20 ára fongsulsrevsing. Beint eftir at hava hoyrt dómin, fer Praljak á føtur, sigur seg ikki góðtaka dómin og drekkur síðani eitur úr einari lítlari, brúnari fløsku. Praljak bleiv koyrdur á eitt sjúkrahús, at fáa læknahjálp, men doyði eftir stutta tíð.
Stóra gátan er nú, hvussu Praljak megnaði, at fáa eitur við inn í dómstólin. Dómstólurin hevur egið varðhald, har Praljak hevur verið fongslaður seinastu dagarnar, í samband við rættargongdina. Varðhaldið og dómstólurin liggja nær við hvørt annað og vitjanir í varðhaldinum eru ikki altíð undir eftirliti. Løgreglan fer nú undir at kanna, hvørjar vitjanir Praljak hevur fingið seinastu dagarnar.