Løgreglan í Føroyum ávarar um falskar lýsingar

Kendi danskarin, Anders Lund Madsen, verður misbrúktur í lýsingum, sum eisini eru í Føroyum

Áki Bertholdsen
14. desember 2023 kl. 16:38

Á Facebook og Instagram eru falskar lýsingar í umferð við Anders Lund Madsen, sum lýsa við skjótum vinningi, um ávís íløga verður gjørd. Talan er um falskar lýsingar, falskar heimasíður og íløgusvik.

Tað sigur løgreglan í eini ávaring á fólk í dag.

Fyri góðum hálvum ári síðani vóru líknandi falskar lýsingar við kendum fólki í umferð, sum høvdu til endamáls at snýta pening frá fólki.

Hetta eru svikarar, sum av órøttum nýta kend fólk til falskar lýsingar fyri at fáa fólk at vitja falskar heimasíður og snýta seg til teirra pening.

Tí skulu fólk ikki klikkja á nakað, og enn minni lata seg lumpa til at geva nakrar upplýsingar frá sær - og so slett ikki flyta nakrar pengar.