Løgreglan hevur tikið fimm fólk fyri ymisk lógarbrot

Og ein maður fór á sjúkrahús til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp

Áki Bertholdsen
1. juni 2024 kl. 10:09

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið lutfalsliga friðarligt hjá løgregluni. Men kortini hevur løgreglan tikið fimm fólk fyri ymisk lógarbrot. Tveir bilførarar fáa bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 76 kilometrar um tíman á einum vegi í bygdum øki á Skálafjørðinum har tað bara er loyvt at koyra 50.

Eitt fólk varð tikið á staðnum, tá ið roynt var at stjala einar lítlar hátalarar úr einum handli og ein maður varð tikin á búri tá ið hann royndi at stjala ein bil.

Somuleiðis varð ein maður settur í brummuna í nátt tí hann var so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur. Hann slapp úr aftur í morgun, men tað var við eini bót upp á 1.500 krónur í lummanum.

Harumframt koyrdi løgreglan eisini ein mann til hús tí hann var so drukkin at hann kláraði seg ikki sjálvan.

Og í gjár fór ein bilur út av á Lambareiði. Løgreglan er komin eftir at bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, misti tamarhaldið á bilinum tá ið hann punkteraði. Endin var at hann fór út av og fyri at binda um heilan fingur, fór maðurin á Landssjúkrahúsið til kanningar.