Løgreglan hevur stongt innskrivingina á flogvøllinum í Kastrup

Ein illgrunasamur lutur er funnin í trygdarøkinum

Fríðmundur Nattestad
9. apríl 2024 kl. 13:51

Nógv løgreglufólk eru til staðar á flogvøllinum í Kastrup í løtuni.

Orsøkin er tann, at onkur 'illgrunasom viðurskifti' verða kannað. Løgreglan hevur tí eisini valt at steingja alla innskriving á flogvøllinum, meðan málið verður kannað.

Hetta upplýsir løgreglan í Keypmannahavn á sosiala miðlinum X.


Sambært Ekstrabladet er talan um ein illgrunasaman lut, sum er funnin í trygdarøkinum.

Enn er ikki greitt nær innskrivingin á flogvøllinum letur upp aftur.