Løgreglan hevur kannað eitt ótal av bilum - men skilið var gott
Allir bilførararnir vóru edrúir, men ein er í vanda fyri at missa koyrikortið
Áki Bertholdsen
9. mars 2024 kl. 09:30
Í gjár og í nátt hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at í hesum sambandi hava tey kannað eitt ótal av bilum, bæði í Havnini og norðanfyri.
Men hann sigur, at skilið var rættiliga gott. Allir bilførararnir vóru edrúir, men fýra vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Ein fær bara bót, men tveir fáa eisini klipp í koyrikortið fyri at koyrikortið. Og tann eini koyrdi 85 kilometrar um tíman í bygdum øki og tí missur hann koyrikortið treytað. Sostatt skal hann taka koyrikortið um aftur í næstum, annars missur hann tað heilt.